Í hesum forritinum ber ikki til at hava fleiri ymisk mál í einum teksti. Allur teksturin verður rættlisin við einum rættstavara til eitt ávíst mál. Tá ið føroyski rættstavarin verður innlagdur, verður hann valdur sum rættstavari hjá forritinum.
Valið av rættstavara í Access 2000 er bert galdandi fyri brúkaran sum fremur valið.
Vel Funktioner, Stavekontrol og rættlesturin fer í gongd.
Tá ið komið verður til eitt orð, sum rættstavarin ikki kennir, kemur eitt vindeyga fram.
Ikke i ordbog er skeivt stavaða orðið.
Erstat med er tað, sum skeivt stavaða orðið verður skift út við. Tá ið tú hevur valt, at rættstavarin skal koma við uppskotum, er hetta í fyrstuni tað sama sum fyrsta uppskotið í Forslag, men er annars tað sama sum Ikke i ordbog. Skal orðið verða okkurt annað, kanst tú skriva tað ella velja eitt uppskot úr Forslag-listanum.
Forslag er ein listi við uppskotum um, hvussu tað skeivt stavaða orðið eigur at skrivast. Tú kanst seta eitt uppskot inn við at dupulklikkja á tað við músini ella við at flyta í listanum og síðan velja Erstat, Erstat alle ella Autokorrektur. Í Stillingum ber til at velja, um rættstavarin skal koma við uppskotum, so um hesin listin altíð er tómur, er tað tí, at hesin møguleikin er sligin frá.
Føj ord til er tann brúkaraorðabókin, sum orðini verða løgd aftur at, tá ið Tilføj verður valt.
Ignorer feltet ger, at teigurin við tí uppgivna navninum verður lopið um av rættstavaranum.
Ignorer verður valt, um tú vilt hava, at rættstavarin skal leypa orðið um og lata tað standa óbroytt í hesum eina førinum.
Ignorer alle verður valt, um tú vilt hava, at rættstavarin skal leypa hetta orðið um, so leingi sum forritið koyrir.
Erstat verður valt, um orðið, í hesum eina førinum, skal skiftast út við tað, sum stendur í Forslag.
Erstat alle verður valt, um orðið, í restini av tekstinum, skal skiftast út við tað sum stendur í Forslag.
Tilføj verður valt, um orðið er eitt rætt stavað orð, ið skal leggjast aftur at brúkaraorðabókini.
Foreslå útfyllir Forslag við einum lista við uppskotum um, hvussu tað, sum stendur í Erstat med, kann skrivast.
Autokorrektur leggur orðið og rættingina av orðinum inn í autokorrektur-listan, so at orðið í framtíðini verður rættað, so hvørt tú skrivar.
Indstillinger... opnar eitt vindeyga við stillingum fyri rættstavaran. Hesar eru lýstar undir Stillingar.
Fortryd sidste ógildar seinastu rættingina, sum er gjørd frá rættstavaranum. Við at klikkja á knappin fleiri ferðir kanst tú ógilda fleiri rættingar.
Annuler steðgar rættlestrinum.
Vindeygað við stillingunum fæst bert fram við at klikkja á Indstillinger... í rættstavaravindeyganum, so tað er neyðugt at skriva eitt skeivt orð og síðan velja at rættlesa fyri at sleppa fram at vindeyganum.
Foreslå altid avger, um rættstavarin altíð skal royna at koma við nøkrum uppskotum um, hvussu skeivt stavaða orðið skal stavast.
Kun forslag fra hovedordbog avger, um uppskotini bert koma úr høvuðsorðabókini, ella um tey eisini verða tikin úr brúkaraorðabókunum.
Sprog avger, hvør rættstavari verður nýttur.