Gev gætur!
Hetta er eitt avrit frá archive.org tikið niður 8. februar 2019.
Onkrar myndir í vegleiðingunum mangla.
- KT Hol@n
Stava.fo   © Fróðskaparsetur Føroya  ·  Teldupostur: postur [kurla] stavarin.fo

Brúkaraorðabøkur

Tá ið tekstur verður rættlisin, ber til at leggja orð aftur at egnum orðabókum við at velja Føj til ordbog. Hesi orðini verða síðan roknað sum rætt stavað og verða eisini sett fram sum uppskot, tá ið komið verður til eitt skeivt stavað orð.

Um eitt orð í brúkaraorðabókini byrjar við stórum bókstavi, roknar rættstavarin við, at orðið altíð eigur at skrivast við stórum.

Í Word ber til at rætta eina brúkaraorðabók við at velja Brugerordbøger undir stillingum. Hetta vísir ein lista við brúkaraorðabókum. Flyt til orðabókina, sum skal rættast, og klikk á Rediger. Í Word 2000 verður brúkaraorðabókin opnað sum eitt skjal í Word, meðan nýggjari útgávur hava eitt serligt vindeyga til at arbeiða við brúkaraorðabókum.

Flyting av brúkaraorðabókum millum teldur

Undir listanum við orðabókum stendur fulla navnið hjá fíluni sum inniheldur brúkaraorðabókina. Hetta er ein vanlig tekstfíla við einum orði á hvørjari reglu. Ein brúkaraorðabók kann flytast yvir á eina aðra teldu, við at avrita hesa fíluna. Í donskum Office-útgávum eitur hon vanliga BRUGER.DIC og í enskum USER.DIC.

Er vindeygað ikki nóg breitt, til at alt fílunavnið sæst, ber til at finna út av hvørji mappu fílan liggur í við at klikkja á Ny...-knappin. So verður eitt vindeyga opnað í somu mappu sum fílan liggur.

Tað sama kann so gerast á telduni sum fílan skal flytast yvir á fyri at vita hvar hon skal leggjast.