Í Excel 2000 er einki serligt vindeyga til uppseting av rættstavaranum. Øll uppsetingin verður gjørd í vindeyganum sum verður brúkt til rættlestur. Har ber m.a. til at velja hvat hvør rættstavari skal nýtast.
Vel Funktioner, Stavekontrol og rættlesturin fer í gongd.
Tá ið komið verður til eitt orð, sum rættstavarin ikki kennir, kemur eitt vindeyga fram.
Ikke i ordbog er skeivt stavaða orðið.
Erstat med er tað, sum skeivt stavaða orðið verður skift út við. Tá ið tú hevur valt, at rættstavarin skal koma við uppskotum, er hetta í fyrstuni tað sama sum fyrsta uppskotið í Forslag, men er annars tað sama sum Ikke i ordbog. Skal orðið verða okkurt annað, kanst tú skriva tað ella velja eitt uppskot úr Forslag-listanum.
Forslag er ein listi við uppskotum um, hvussu tað skeivt stavaða orðið eigur at skrivast. Tú kanst seta eitt uppskot inn við at dupulklikkja á tað við músini ella við at flyta í listanum og síðan velja Erstat, Erstat alle ella Autokorrektur. Foreslå altid avger, um rættstavarin skal koma við uppskotum, so um hesin listin altíð er tómur, er tað tí, at hesin møguleikin er sligin frá.
Føj ord til er tann brúkaraorðabókin, sum orðini verða løgd aftur at, tá ið Tilføj verður valt.
Ignorer verður valt, um tú vilt hava, at rættstavarin skal leypa orðið um og lata tað standa óbroytt í hesum eina førinum.
Ignorer alle verður valt, um tú vilt hava, at rættstavarin skal leypa hetta orðið um, so leingi sum forritið koyrir.
Erstat verður valt, um orðið, í hesum eina førinum, skal skiftast út við tað, sum stendur í Forslag.
Erstat alle verður valt, um orðið, í restini av tekstinum, skal skiftast út við tað, sum stendur í Forslag.
Tilføj verður valt, um orðið er eitt rætt stavað orð, ið skal leggjast aftur at brúkaraorðabókini.
Foreslå útfyllir Forslag við einum lista við uppskotum um, hvussu tað sum stendur í Erstat med, kann skrivast.
Autokorrektur leggur orðið og rættingina av orðinum inn í autokorrektur-listan, so at orðið í framtíðini verður rættað, so hvørt tú skrivar.
Sprog avger hvør rættstavari skal brúkast. Hetta má setast til Færøsk fyri at brúka tann føroyska rættstavaran.
Fortryd sidste ógildar seinastu rættingina, sum er gjørd frá rættstavaranum. Við at klikkja á knappin fleiri ferðir kanst tú ógilda fleiri rættingar.
Annuler steðgar rættlestrinum.