Í hesum forritinum ber ikki til at hava fleiri ymisk mál í einum teksti. Allur teksturin verður rættlisin við einum rættstavara til eitt ávíst mál. Tá ið føroyski rættstavarin verður innlagdur, verður hann valdur sum rættstavari hjá forritinum.
Valið av rættstavara er bert galdandi fyri brúkaran sum fremur valið.
Vel spjaldrið Startside. Klikk á Stavekontrol og rættlesturin fer í gongd.
Tá ið komið verður til eitt orð, sum rættstavarin ikki kennir, kemur eitt vindeyga fram.
Ikke i ordbog er skeivt stavaða orðið. Tú kanst rætta tað við at skriva ella við at velja eitt uppskot úr Forslag-listanum.
Forslag er ein listi við uppskotum um, hvussu tað skeivt stavaða orðið eigur at skrivast. Tú kanst seta eitt uppskot inn við at dupulklikkja á tað við músini ella við at flyta í listanum og síðan velja Erstat, Erstat alle ella Autokorrektur. Í Stillingum ber til at velja, um rættstavarin skal koma við uppskotum, so um hesin listin altíð er tómur, er tað tí, at hesin møguleikin er sligin frá.
Sprog er rættstavaramálið, sum verður nýtt. Um tú skiftir rættstavara, mást tú byrja rættlesturin umaftur, áðrenn nýggja valið fær gildi.
Ignorer feltet ger, at teigurin við tí uppgivna navninum verður lopið um av rættstavaranum.
Ignorer verður valt, um tú vilt hava, at rættstavarin skal leypa orðið um og lata tað standa óbroytt í hesum eina førinum.
Ignorer alle verður valt, um tú vilt hava, at rættstavarin skal leypa hetta orðið um, so leingi sum forritið koyrir.
Erstat verður valt, um orðið skal skiftast út við tað, sum stendur í Forslag, í hesum eina førinum.
Erstat alle verður valt, um orðið skal skiftast út við tað sum stendur í Forslag, í restini av tekstinum.
Tilføj verður valt, um orðið er eitt rætt stavað orð, ið skal leggjast aftur at brúkaraorðabókini.
Autokorrektur leggur orðið og rættingina av orðinum inn í autokorrektur-listan, so at orðið í framtíðini verður rættað, so hvørt tú skrivar.
Indstillinger... opnar eitt vindeyga við stillingum fyri rættstavaran. Hesar eru lýstar undir Stillingar.
Fortryd sidste ógildar seinastu rættingina, sum er gjørd frá rættstavaranum. Við at klikkja á knappin fleiri ferðir kanst tú ógilda fleiri rættingar.
Annuler steðgar rættlestrinum.
Vel Filer spjaldrið uttast vinstrumegin í Access-vindeyganum. Vel síðan Indstillinger.
Vel síðan Korrektur. Her ber til at velja rættstavaramálið, sum Access skal nýta. Henda sama síðan kann eisin fáast fram við at velja Indstillinger í rættstavaravindeyganum.
Sprog avger, hvør rættstavari verður nýttur.
Vis kun forslag fra hovedordbogen avger um uppskotini bert koma úr høvuðsorðabókini ella um tey eisini verða tikin úr brúkaraorðabókunum.