Áðrenn Stavarin verður innlagdur, mugu hesar fortreytir vera í lagi:
Klikk á Next-knøttin.
Vel ein mappu at leggja fílurnar í. Klikk so á Next-knøttin.
Góðtak nýtslutreytirnar við at velja I accept the terms in the License Agreement og klikkja á Next-knøttin.
Byrja innleggingina við at klikkja á Install-knøttin. Um tú vilt broyta nakrar upplýsingar, kanst tú fara aftureftir við at klikkja á Back-knøttin.
Bíða meðan innleggingin verður gjørd ella trýst á Cancel-knøttin, um tú vilt avbróta innleggingina.
Stavarin er innlagdur. Hygg í leiðbeiningarnar fyri tey ymsu forritini fyri at vita hvussu hann verður nýttur.
Tað ber til at koyra innleggingarforritið við nøkrum parametrum, so at tað ikki er neyðugt at fara gjøgnum øll stigini omanfyri.
Nýt parametrarnar /quiet ella /passive . Við /quiet sær brúkarin als eingi vindeygu, meðan innleggingin verður gjørd og við /passive sæst bert ein bjálki, sum vísir hvussu langt innleggingin er komin.
Dømi:
Stavarin_2_1.msi /quiet