Í hesum forritinum ber ikki til at hava fleiri ymisk mál í einum teksti. Allur teksturin verður rættlisin við einum rættstavara til eitt ávíst mál.
Vel Funktioner, Stavekontrol og rættlesturin fer í gongd.
Tá ið komið verður til eitt orð, sum rættstavarin ikki kennir, kemur eitt vindeyga fram.
Ikke i ordbog er skeivt stavaða orðið. Tú kanst rætta tað við at skriva ella við at velja eitt uppskot úr Forslag-listanum.
Forslag er ein listi við uppskotum um, hvussu tað skeivt stavaða orðið eigur at skrivast. Tú kanst seta eitt uppskot inn við at dupulklikkja á tað við músini ella við at flyta í listanum og síðan velja Erstat, Erstat alle ella Autokorrektur. Í Stillingum ber til at velja, um rættstavarin skal koma við uppskotum, so um hesin listin altíð er tómur, er tað tí, at hesin møguleikin er sligin frá.
Sprog er rættstavaramálið sum verður nýtt. Um tú skiftir rættstavara, mást tú byrja rættlesturin umaftur, áðrenn nýggja valið fær gildi.
Ignorer her verður valt, um tú vilt hava, at rættstavarin skal leypa orðið um og lata tað standa óbroytt í hesum eina førinum.
Ignorer alle verður valt, um tú vilt hava, at rættstavarin skal leypa hetta orðið um, so leingi sum forritið koyrir.
Tilføj i ordbogen verður valt, um orðið er eitt rætt stavað orð, ið skal leggjast aftur at brúkaraorðabókini.
Erstat verður valt, um orðið, í hesum eina førinum, skal skiftast út við tað, sum stendur í Forslag.
Erstat alle verður valt, um orðið, í restini av tekstinum, skal skiftast út við tað sum stendur í Forslag.
Autokorrektur leggur orðið og rættingina av orðinum inn í autokorrektur-listan, so at orðið í framtíðini verður rættað, so hvørt tú skrivar.
Indstillinger... opnar eitt vindeyga við stillingum fyri rættstavaran. Hesar eru lýstar undir Stilllingar
Fortryd sidste ógildar seinastu rættingina, sum er gjørd frá rættstavaranum. Við at klikkja á knappin fleiri ferðir kanst tú ógilda fleiri rættingar.
Annuler steðgar rættlestrinum.
Vel Funktioner, Indstillinger og vel spjaldrið Stavekontrol. Í Sprog ber til at velja rættstavaramálið, sum Excel skal nýta. Henda sama síðan kann eisin fáast fram við at velja Indstillinger í rættstavaravindeyganum.
Sprog avger, hvør rættstavari verður nýttur.
Føj ord til er tann brúkaraorðabókin, sum orðini verða løgd aftur at, tá ið Tilføj i ordbogen verður valt.
Vis kun forslag fra hovedordbogen avger, um uppskotini bert koma úr høvuðsorðabókini, ella um tey eisini verða tikin úr brúkaraorðabókunum.