Windows kann setast upp, so at tað ber til at skifta millum knappaborðsuppsetingar fyri fleiri ymisk mál. Eru fleiri ymiskar knappaborðsuppsetingar, sæst hetta niðast høgramegin, við at styttingin fyri tað valdu knappaborðsuppsetingina (FO er føroyskt) er skrivað á ein bláan fýrakant. Viðhvørt standa tvey spurnartekn '??' heldur enn 'FO'.
Undir uppsetingini av knappaborðsuppsetingum, kanst tú velja at kunna skifta millum knappaborðuppsetingar við at at trýsta á nakrar ávísar knappar.
Hygg í leiðbeiningina í Windows, um tú vilt vita meira um knappaborðsuppsetingar.
Sí eisini Føroyskt knappaborð