Viðhvørt er knappaborðið i Windows XP/Vista sett at vera danskt, hóast tað ber til at skriva føroyskar stavir. Hetta ger, at Word roknar tekstin sum danskan og tí verður føroyski rættstavarin ikki nýttur, tá ið teksturin verður rættlisin.
Set knappaborðið í Windows XP upp á henda hátt:
Far fyrst inn í Windows Kontrolpanel
Vel Indstillinger for dato og klokkeslæt samt internationale og sproglige indstillinger
Vel síðan Internationale og sproglige indstillinger
Vel spjaldrið Sprog
Trýst so á knappin Detaljer.... Hetta opnar vindeygað Sprogtjenester og sprog. Á myndini er víst hvussu tað sær út, tá ið føroyskt er skeivt uppsett, av tí at danskt knappaborð er valt.
Broyt uppsetingina við at klikkja á Tilføj...-knøttin. Hetta opnar vindeygað Tilføj sprog.
Syrg fyri at Færøsk stendur í báðum teigunum og klikk so á Ok-knøttin
Tá ið hetta er gjørt eigur listin at síggja soleiðis út
Strika danska knappaborðið við at velja Dansk undir Tastatur og klikkja á Fjern-knøttin.
Tá ið hetta er gjørt eigur listin at síggja soleiðis út
Ofta eru stillingar fyri onnur mál sum enskt og danskt eisini við í listanum Installerede tjenester. Føroyska knappaborðið kann skriva allar stavir sum verða nýttir í hesum málunum, so hesi knappaborðini kunnu strikast.