Stavarin er ein føroyskur rættstavari til Microsoft Office-forritini, ið virkar á sama hátt sum teir rættstavarar, sum fylgja við Microsoft Office. Hann virkar við hesum útgávum av Microsoft Office/Windows.
Office útgávur | Windows útgávur |
---|---|
Office 2000 Office XP Office 2003 Office 2007 Office 2010 (32-bit) Office 2013 (32-bit) | Windows 2000 Windows XP Windows Vista Windows 7 |
Hann kann eisini brúkast saman við øðrum Microsoft-forritum sum t.d. Outlook Express og FrontPage.
Stavarin virkar bert við Microsoft Windows - ikki við Apple.
Rættlesturin verður gjørdur á tann hátt, at orðini í einum teksti verða lisin eitt og eitt og samanborin við ein orðalista. Finst orðið í listanum, verður tað hildið at vera rætt stavað. Tilsamans eru uml. 350.000 ymisk orð í listanum.
Á henda hátt finnur Stavarin tær villur, sum als ikki kunnu koma fyri sum orð í føroyskum. Brúkarin má framvegis sjálvur rættlesa tekstin fyri at finna onnur sløg av villum.